Tíðindi

Icon arrow left Aftur

NordPlus verkætlan millum Dugna og Hringsjá

Skúlin við Áir  luttekur í eini Nordplus verkætlan saman við Hringsjá í Reykjavík. Henda verkætlan er yvir í tvey ár og eitur "Exchange of adult learners between Iceland and Faroe Islands".

Í síðstu viku vitjaðu vit skúlan í Hringsjá í Reykjavík. Við á ferðini vóru tveir lærarar og fimm næmingar. Ímóti okkm tóku fimm næmingar og tvey starvsfólk frá Hringsjá. Vit arbeiddu saman við bólkinum við ymiskum spennandi verkætlanum í tríggjar dagar.

Vit takka íslendingum fyri miklan blíðskap og hugnaliga samveru hesar dag - og vit gleða okkum at taka ímóti teimum í mars 2026.