Tíðindi

Icon arrow left Aftur

Avdúking av kærleikskúluni 2025

FK fekk fyrsta eintak av Kærleikskúluni 2025, sum Silja Strøm hevur sniðgivið

Kærleikskúlan 2025 varð avdúkað á samkomu á Listasavni Føroya fyrrapartin.

Tað er Silja Strøm, listakvinna, ið hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2025.

Listakvinnan sigur soleiðis um ársins kærleikskúlu:

”At mála er sum at royna at minnast fyrstu ferð, likamið nart við vatnið – veingjaleyst, flákrandi, livandi. Fødd

á oyggjum, ment í býum, beri eg bæði einsemi og larm í penslinum. Likamsmyndir stíga fram, hálvir formar

loysast upp í liti. Kroppar, mynstur, látur og skuggar. Myndirnar bera rørslu sum anda, bæði milda og ótamda,

hvør strok er ein roynd at halda fast.”

FK fekk fyrsta eintak

Fyrsta eintak av Kærleikskúluni verður handað onkrum, ið hevur gjørt lívið eitt sindur lættari hjá øðrum á eitt nú arbeiðsmarknaðinum.

Í ár var tað FK, sum fekk handað fyrsta eintak av Kærleikskúluni.

Í tilnevnigini verður sagt um Føroya Keypssamtøku, at Dugni í nógv ár hevur havt eitt gott samstarv við FK, og at tey altíð hava verið opin fyri samstarvi.

Tað var Jan Djurholm, deildarstjóri í FK, ið fekk handað fyrsta eintak av kærleikskúluni 2025.

Hetta er seytjanda ferðin, at Dugni letur Kærleikskúlu gera.