Tíðindi
Skrivstovulærlingur til Dugna
Dámar tær væl tøl og fyrisiting? Og kundi tú hugsað tær at komið í læru á eini skrivstovu í einum mennandi umhvørvi?
Um starvið
Starvið sum skrivstovulærlingur á Dugna er fjølbroytt, spennandi og læruríkt. Hjá okkum er menning av menniskjum í hásæti, og sum skrivstovulærlingur fært tú møguleikar fyri at læra og mennast í einum fjølbroyttum umhvørvi, har fáir dagar eru eins. Tú fært góðar umstøður fyri fakligari og persónligari menning; eina skipaða lærutíð, og uppgávur og ábyrgd, ið eru í samsvari við tínar vaksandi førleikar og áhugamál.
Í lærutíðini skiftir tú millum at arbeiða hjá okkum og skúlagongd á Glasir. Og tú fært holla upplæring og dugnaligar starvsfelagar, sum læra teg upp innan okkara tænastur og skipanir.
Vit vænta at tú
- ert tænastusinnað/ur
- dugir væl at samskifta við starvsfelagar
- Ert ágrýtin, og hevur góðan hug at læra
- dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði á skrift og í talu
- hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur aðrar, viðkomandi royndir
Um okkum
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál er at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og skúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknað og/ella undirvísingarstovnar. Visjónin hjá Dugna er, at ”øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu verða stuðlað víðari út í arbeiði, útbúgving ella hóskandi tiltak”. Dugni hevur deildir runt um landið, og skipað verður fyri arbeiðsvenjing í millum annað endurnýtsluhandli, træverkstaði, skapandi verkstaði, køki og kaféøki.
Starvs- og lønarviðurskifti
Starvsstaður er Dugni á Hjalla. Tó er eisini møguleiki fyri javnan at vitja aðrar deildir, og at luttaka í ymiskum, tvørfakligum uppgávum.
Lærutíðin er tvey til fýra ár - treytað av tí útbúgving, tú hevur. Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála.
Umsókn og freist
Umsóknir við prógvi, lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. februar 2026, kl.12:00. Umsóknin skal sendast til dugni@dugni.fo.
Starvsbyrjan er í mars 2026, ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Súsannu Vinther, fíggjarleiðara, á susanna@dugni.fo ella tlf. 29 29 70.