Tíðindi

Icon arrow left Aftur

NordPlus

Hesa vikuna hava vit havt vitjan úr Íslandi í samband við eina NordPlus verkætlan. Vit hava uppliva nógv saman, líka frá at rógva jollu í Norðoyatunlinum til at standa við kuplarnar á Sornfelli. Eisini fingu vit tað stóra upplivilsi, at síða í Tinghellu í Æðuvík.

Endamálið við NordPlus er at stuðla vaksnamannalæring, at menna samstarv og vitan um Norðurlond og tey Baltisku londini. Í hesari verkætlan eru bara vit úr Føroyum og Hringsjá úr Reykjavík. Við á ferðini vóru tvey starvsfólk og 4 næmingar.

Verkætlanin gongur yvir tvey ár, so komandi heyst verður aftur farið til Reykjavík við 5 nýggjum næmingum.