Tíðindi
Fyrilestur um IPS
Felagið Innovent hevur í eina tið arbeitt vid at kanna og menna grundarlagið fyri týdningin av skipanini Individual Placementand Support (IPS) i Føroyum. IPS er ein vísindaliga grundaður arbeidsháttur, ið hevur til endamáls at stuðla fólki við sálarligum, sosialum og fysiskum avbjóðingum inn á vanliga arbeiðsmarknaðin (si t.d: https://star.dk/indsatser/ips).
Seinastu árini hevur IPS-skipanin vunnið seg nógv fram i Nordanlondum, Og hevur har prógvað sítt virði sum munadygg skipan til at skapa ein rúmari arbeiðsmarknað.
Í sambandi við okkara arbeidi hava vit bjóðað føroyinginum Eiriki Gilstón Corfitz til Føroyar. Eirikur hevur i fleri ár arbeitt við IPS í Danmark, og hevur tí stóran kunnleika um IPS í praksis, og hvussu hendan skipan hevur virkað i Danmark og aðrastaðni við.
Innovent bjóðaði fríggjadagin 11. september til fyrilestur og kjak við Eiriki um IPS og hansara royndir vid IPS.
Dugni er partur av verkætlan um IPS sum Granskingarráðið hevur fíggjað.
Vit luttóku eisini á hesum fyrilestri og kjakið við Eiriki. Ein sera áhugaverdur fyrilestur.