Tíðindi
Eitt felags netverk – trý oyggjasamfeløg
Dugni er partur av NEETs-netverkinum, einum spennandi felags føroyskum, grønlendskum og álandskum samstarvi, sum hevur til endamáls at varpa ljós á og menna møguleikarnar hjá ungum, sum standa uttan fyri útbúgving, arbeiði og venjing.
Netverkið er mannað við sjey limum úr hvørjum landi, umframt einum fyriskipara úr hvørjum landi. Sostatt eru vit tilsamans 24 fólk, sum deila vitan, royndir og hugskot og saman arbeiða fyri at skapa betri møguleikar fyri ung í NEETs-bólkinum – ung millum 15 og 29 ár, sum av ymiskum orsøkum eru uttan fyri útbúgving, arbeiðsmarknaðin og venjingar.
Samstarvið gongur ikki bara fyri seg á netinum. Nakrar ferðir um árið hittist netverkið online, men eina ferð um árið savnast vit eisini fysiskt í einum av londunum. Hetta gevur okkum serligar møguleikar at uppliva hvønn annan, deila okkara royndir og fáa nýggj sjónarhorn á, hvussu vit saman kunnu skapa framburð.
Í september 2026 var netverkið í Nuuk í Grønlandi, har Dugni sjálvandi eisini var við. Her fingu vit høvi at styrkja samstarvið, fáa íblástur og hyggja fram eftir móti nýggjum møguleikum.
Og nú byrjar næsta kapittul at taka skap.
Um eitt ár kemur alt NEETs-netverkið til Føroyar. Tað gleða vit okkum sera nógv til, og vit eru longu so smátt farin undir fyrireikingarnar. Vit síggja fram til at bjóða okkara netverksfeløgum heim, vísa teimum okkara Føroyar og – ikki minst – halda fram við at byggja brýr, deila vitan og skapa nýggjar loysnir fyri ung, sum hava tørv á nýggjum møguleikum.
Saman kunnu vit skapa eitt netverk, har vit ikki bara deila vitan, men eisini skapa broyting.
Meira um dagarnar í Nuuk kann lesast her: nll.org