Tíðindi
Næmingar úr Skúlanum við Áir á vitjan í Reykjavík gjøgnum Nordplus
Í døgunum 9. til 13. november vóru fimm næmingar og tveir lærarar frá Skúlanum við Áir á vitjan hjá Hringsjá í Reykjavík. Vitjanin er partur av Nordplus-verkætlanini “Exchange of Adult Learners between Iceland and Faroe Islands”, sum hevur til endamáls at skapa læring, felagsskap og mentanarligt samskifti millum vaksnar næmingar í Føroyum og Íslandi.
Verkætlanin gevur næmingunum eina uppliving, sum røkkur langt út um skúlastovuna. Tey fáa høvi at kanna eina grannatjóð, uppliva eina aðra mentan, hoyra eitt annað mál og møta nýggjum fólkum. Samstundis uppliva tey, at tað eru nógv felags menniskjalig viðurskifti, sum binda okkum saman.
Ein týdningarmikil partur av verkætlanini er, at næmingarnir sjálvir eru vertir. Teir fyrireika vitjanir, vísa gestunum sítt nærumhvørvi, greiða frá um siðir og mentan og skapa karmar fyri góðari samveru. Á tann hátt mennast bæði sjálvsálit, samskiftisførleikar og kenslan av at hava nakað virðismikið at geva øðrum.
Ein slík vitjan gevur luttakandi næmingunum upplivingar og royndir, sum teir taka við sær víðari í lívinum.
Vit takka fyri nakrar gevandi dagar í Íslandi og gleða okkum longu til næstu vitjan.