2011

Hansina Iversen hevur sniðgivið vøkru Kærleikskúluna 2011, sum ímyndar tvey menniskju, ið hittast. Dugni avdúkaði Kærleikskúluna 2011 á hugnaligari hátíðarløtu í Listasavninum 29. november saman við Listasavni Føroya.

Jarðarvælvild

Hetta árið eru tvær eins myndir ímóti hvørji aðrari á “Jarðarvælvild”. Tær ímynda samspælið millum tvey fólk, sum ikki møtast likamliga, men tá tey møtast, síggja tey tað innasta í hvørjum øðrum, sum tá eygu møtast, og eitthvørt hendir innan í okkum. Hyggjarin sær tey renna saman inn í eina mynd. Jørðin melur, og myndirnar koma út av hvørji aðrari enn eina ferð fyri at sameina, og hetta vil halda áfram, so leingi sum Jørðin hongur í einum klønum tráði.

Tann reyði liturin er ofta settur í samband við hugtakið kærleika í okkara parti av heiminum. Í miðjuni logar ein heitur gulur litur, skínandi eins og ein sól. Runt um tann gula logan er ein bláur ringur, sum ímyndar tað kalda, men er ikki kensluliga kaldur, men ein verjandi ringur, sum verjir tann reyða litin frá at brenna upp við tí gula loganum.

 

Um listafólkið

Ársins listafólk, Hansina Iversen, fødd í 1966, varð útbúgvin við Listaskúlan í Íslandi og við Akademiið í list í Finnlandi.

Hetta árið vendi Hansina aftur til Føroya eftir at hava búð uttanlands í 23 ár. Tey síðstu 13 árini hevur hon búð í København sum fulltíðarlistafólk.

Hansina arbeiðir mest við oljumálningum, hevur fingið íblástur av amerikansku abstraktu expressionismuni og seinni av finskum og evropeiskum nútíðarmálarum. Eisini hevur hon regluliga arbeitt við steinprenting við grafisku verkstovuna í Føroyum og hevur havt fleiri prýðisuppgávur.

 

Heiðurin av fyrstu kúluni

Fyrsta eintaki av Kærleikskúluni 2011 varð handað privatu fyritøkuni Munin. Við hesum heiðrinum vildi stýrið fyri Dugna takka fyritøkuni fyri at vísa jaligan vilja og ídni, at rúma fólkið, ið bera brek.

Munin megnar at bróta trationella mynstri – og geva fólkið, ið ikki hava fingið møguleikar at vísa sínar starvsførleikar, starvsmøguleika.

Munin megnar at fata inn í eitt konstruktivt samskifti við og um tann ið ber brek. Heldur enn at drála og lata standa til tá annaðleiðis trupuleikar stinga seg upp, søkja tey sær fakliga vegleiðing og ráðgeving um hvussu tey skulu handfara annaðleiðis ivaspurningar, ið fyrikoma tá fólk við brekið koma á vanliga arbeiðsmarknaðin.

Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á.