2018

Kærleikskúlan 2018

Tað er listamaðurin, Ole Wich, f. 1953, sum hevur sniðgivið nýggju kúluna. Ole Wich arbeiðir við konseptlist og evnini í listaverkætlanum hansara verða ofta lýst úr samfelagslýsandi ella atfinningarsomum sjónarhornum. Hann er eisini útbúgvin søgufrøðingur og hevur í hesum høpi skrivað um, hvussu føroyingar hava troytt og brúkt toskatilfeingið. Kærleikskúlan 2018 hevur 3 gull littar toskar inni í kúluni í ymiskum støddum og tekstin Hommage à Fiskurin tvørtur um miðjuna á kúluni. Hetta er tíggjunda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Ole Wich sigur sjálvur soleiðis um Kærleikskúluna 2018 í orðingini, sum fylgir við kúluni:

Hommage à Fiskurin

Kærleikskúlan 2018 skal síggjast í samanhanginum, har ið hon hongur millum søgukunnleika og list. Samansetingin av søgu føroyinga og myndamáli bjóðar til, at gylta toskaskræðan kann skiljast sum ein ímynd av, hvussu føroyska samfelagið í øldir hevur bygt upp materielt ríkidømi við toskafiskiskapi.

Við at vekja ans fyri hesum týdningarmikla fiskaslag, ið hevur givið føroyska samfelagnum so nógv, verður listaverkið hjá Ole Wich ein fagnaður, sum í myndlist ofta verður róptur við franska orðinum “hommage”.

Uttan toskin hevði mannalívið í Norðuratlantshavi verið nógv fátækari og torførari, næstan ógjørligt. Tí fagnar Kærleikskúlan í ár hesum gylta fiski, tí stóra týdningi hann hevur fyri okkum og hevur havt fyri mong ættarlið av fólki í Norðuratlantshavi undan okkum, sum so ofta ótu seg mettan, og harafturat fingu gyltan pening í pungin ferð eftir ferð.

Hommage à Fiskurin – ein fagnaður av tí gávumilda fiskinum.

 

Heiðurin av fyrstu kúluni

Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis altíð ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kúluna.
Aftur í ár kundi almenningurin senda inn uppskot til hvør skuldi fáa heiðurin fyri at vera ein virðilig fyrimynd við at móttaka fyrstu Kærleikskúluna. 30 uppskot komu inn. Stýrið fyri Dugna avgjørdi at Maibritt við Strond, frá Glasi, skuldi fáa heiðurin fyri hennara stóra arbeiði fyri næmingar við avbjóðingum. Tann, ið hevur innstillað fyrimyndina sigur nakað soleiðis: viðkomandi hevur altíð tíð til okkum, um man er innlagdur á sjúkrahús, kemur viðkomandi at vitja, og ger tað lættari at koma á skúlan aftur. Uttan viðkomandi, høvdu fleiri næmingar ikki megna tað.
Tað næmingar og annars vit øll hava brúk fyri er at blíva sædd og hoyrd, og teir næmingar, ið hava avbjóðingar hava serliga nógv brúk fyri hesum. Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á.