2013
Edward Fuglø hevur sniðgivið og signerað Kærleikskúluna 2013, sum hann hevur givið heitið
"Men størstur er kærleikin"
Trúgv, vón, kærleiki
”Men størstur av hesum er kærleikin” …og í øllum hesum er at liva enntá trúgv og vón. Kærleiki góðkennir alt og fevnir um alt. Eitt egg er ein kærleikans frukt. Aftur og aftur vilja ástsjúk stjørnubørn verða klekt, og aftur og aftur liva tey og siga orð í kærleikans navni. Orð sum: ”Eg elski teg”. Flennandi og grátandi, í øðini og tølandi, eymliga og við tign.Vit skriva, syngja og mála tey. Sjálvt list er kærleiki. Hurran av veingjum og einglaherar, trombonir og trompetir. Mjúktfevnandi einglaveingir leiða teg til friðsæl vøtn. Kærleiki – allur hesin kærleiki, sum í heilum floymir gjøgnum alt. Tú ristist, vart tú bert eina ferð eymliga rørd/ur av eini pinkulítlari fjøður av Amors veingjum. Edward Fuglø
Um listafólkið
Edward Fuglø, føddur í 1965, er eitt fjøltáttað og virkið listafólk, sum hevur ment sín heilt egna stíl í føroyskari list.
Síðani hann varð útbúgvin við Danska skúlan í list, handverki og sniðgeving í København frá 1987-91, hevur hann verið ein serfrøðingur í list síðani tá. Edward Fuglø arbeiðir sum málari og installeringslistafólk, ofta í hugtakshátti.
Hann skrivar og myndprýðir barnabøkur og frímerki, ger palllýsingar og búnar fyri sjónleik og film. Hann hevur sýnt fram bæði í Føroyum og uttanlands og hevur prýtt nógvar almennar bygningar, t.d. Skúlan við Løgmannabreyt í Tórshavn og Christianskirkjuna í Klaksvík.
Hansara gerningar kunnu síggjast á mongum stovnum og eru umboðað ímillum onnur við Listasavn Føroya, Norðurlandahúsið, Kongaliga Húsið í Danmark, Listasavnið í Trondheim í Noregi og við Norðuratlantiska Húsið í Odense, Danmark, o.s.fr.
Í 1995 fekk hann barnabókavirðislønina frá Tórshavnar býráði og í 2001 Norðurlendska barnabókaprísin.
Heiðurin av fyrstu kúluni
Fyrstu tvey eintøkini av Kærleikskúluni 2013 vórðu handað Brennistøðini á Hjalla og IRF. Við hesum heiðrinum vil stýrið fyri Dugna takka fyritøkunum fyri, at tær ganga undan og hugsa um rúmliga arbeiðsmarknaðin. Heldur enn at brenna alt, sum fólk lata frá sær, síggja Brennistøðin og IRF møguleikar í at gera endurnýtslu til eitt alment gagnligt virksemi fyri arbeiðstarnaði fólk. Rúmligheitin og góði samstarvsviljin hjá hesum báðum fyritøkunum er grundarlagið fyri, at deildirnar hjá Dugna á Hjalla og á Kambsdali í dag kunnu bjóða 30 fólkum við arbeiðstarni starv.
Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á.