2020

Kærleikskúlan 2020 – hjá Eli Smith

Tað er listamaðurin  Eli Smith (f. 1955), sum hevur sniðgivið nýggju kærleikskúluna 2020. Eli hevur arbeitt við gróti síðani 2003. Fyrst menti hann eina málitøkni, sum inniber at mjølva grót og annað náttúrutilfar til litevni, sum hann stroyir í fleiri løgum á plátu/lørift við akrylbindievni (“grótmálningur”). Seinni (í 2012) fór hann eisini undir at skera grótið í flísar og seta tær saman til brotamyndir (mosaikk). Flísarnar verða síðani límaðar niður á aluminiumsplátu. Náttúran og hennara ríku skapanarmøguleikar hugbinda Eli. Listin er ekspressionistisk. Har ið grótmálningurin einamest lýsir landsløg í Føroyum, so eru brotamyndirnar í stóran mun lýsingar av bíbilskum evnum.

Hetta er tólvta árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Eli Smith sigur soleiðis um Kærleikskúluna 2020 í orðingini, sum fylgir við kúluni:


Fevna

Landslagsmyndin á kærleikskúluni er ein vatnlitsmynd, sum er gjøgnumskygd. Á botninum eru eggini úr lekasteini, umgyrd við myrkum sandi úr Søltuvík.

Landslagsmyndin við spógvanum er sprottin úr góðum summarkvøldum uppi á Vatnaskørðum í Hoyvíkshaga, har eg arbeiddi í míni flytbaru málarastovu. Ein fragd at hoyra spógvans vakra lát, og ikki høvdu eg og míni verið har leingi, til vit funnu reiðrið við fýra eggum, sum vóru grøn- og brúnlitt við dimmum blettum. Spógvahjúnunum dámdi tó lítið, at vit komu reiðri teirra so nær, sum tey so kærleiksfult vóru um og vardu – sum í sanginum “Eg veit eitt spógvareiður”. Og hvør kann liva uttan kærleika? Lívið byrjar jú við móðurkærleikanum, at elska og vera elskaður, at taka ímóti kærleika og at geva hann víðari – alt hetta er við til at menna Skapningin. Men hin fullkomni kærleikin kemur omanífrá, frá Skaparanum sjálvum, sum er hin algevandi Kærleikin.

Kærleikskúlan avmyndar spógvan, sum eisini er ein Guds skapningur. Hann ger alt fyri at verja tey verjuleysu eggini – ja, er enntá klárur at geva lív sítt fyri tey.

 

Heiðurin av fyrstu kúluni

Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Aftur í ár kundi almenningurin senda inn uppskot til, hvør skuldi fáa heiðurin og heili 89 uppskot komu inn. Hetta sigur okkum, at nógv fólk eru í Føroyum, sum gera eitt stórt arbeiði og taka nógv eyka tøk fyri onnur. Tað er at fegnast um.

Stýrið fyri Dugna, sum eru Jórun Gardar, Elkin Klettheyggj, Magni á Deild Olsen, Tóra við Keldu og Martin Karl Olsen valdu at heiðra Ruth Thomsen, ráðgeva í Sjóndeplinum og forkvinnu í Blindafelagnum. Um fyrimyndina verður sagt:

- Hon er ein góð, virðilig rødd, sum er ein fantastisk umboðan fyri tey, hon arbeiðir fyri. Hon ber eitt brek, sum er ein partur av henni, men hetta er tó ongin forðing fyri at gera eitt megnarverk fyri nógv onnur menniskju. Kortini sær hon ikki forðingar, men dugir at skapa møguleikar.

- Hon er altíð til reiðar at hjálpa, og so er hon sera arbeiðssom og íðin, og hon steðgar ikki, fyrr enn málið er rokkið.

- Henni hevur eydnast at varpa ljós á umstøður hjá fólki, ið eru blind ella sjónveik, og hon er ein góð og virðilig talskvinna.

- Hon er sera menniskjalig og hevur eitt gott lívsmót, sum smittar á okkum onnur.

- Hon hevur skipað fyri fleiri tiltøkum fyri at skapa eina fatan av umstøðunum hjá teimum, sum eru blind ella sjónveik. Júst henda fatanin er við til at betra umstøðurnar og víðka um møguleikarnar hjá teimum, sum hon umboðar.

 

Um kærleikskúluna
Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landsstýrisfólkinum í Mentamálum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna. Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar – júst sum vit menniskju eru tað. Hon hevur hvítt silkiband og er pakkað í snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara á føroyskum og enskum. Kúlurnar eru annars framleiddar uttanlanda og síðani sendar til Føroya, har tær eru kannaðar og pakkaðar. Tað eru arbeiðsfólk á verkstaðnum hjá Dugna á Kambsdali, sum hava staðið fyri pakking. Snotiligu eskjurnar og faldararnir, sum fylgja við kúluni, eru framleidd hjá Estra í Gøtu.

Kærleikskúlan 2020 kann keypast í gávubúðum kring landið frá 27. november til 23. desember. Hon kostar 400 kr. Skuldu kúlur lopið av, kunnu tær keypast frá Dugna eftir jól fyri 600 kr. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Skipað verður fyri virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

 

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015), Eyðun av Reyni (2016), Guðrið Poulsen (2017), Ole Wich (2018) og Rannva Kunoy (2019).