2016
Kærleikskúlan 2016 – Litblokkar hjá Eyðun av Reyni
Tað er listamaðurin Eyðun av Reyni sum hevur sniðgivið kærleikskúluna 2016. Eyðun av Reyni, f. 1951 ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á lørifti, veit hann av sær sjálvum - eins og dansarin, sum hevur vant og vant í óteljandi tímar á bumminum - at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ellasvartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meir frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatnrøttum litblokkum.
Listamaðurin sigur soleiðis um Kærleikskúluna 2016 í yrkingini, sum fylgir við kúluni:
Hjálpsemi er kærleiki
Glaskúlan er vakurt prýdd við trimum myndum, ið hava hvør sín sterka lit; bláur – grønur - reyður. Myndirnar ímynda himmalin, vónina og kærleikan og eru ein arvur frá aldargomlu kristnu mentanini og bera í sær stóra styrki. ”Men størstur av hesum er kærleikin”, ið gevur frælsi at liva lívið - tengt at ábyrgd og skyldu mótvegis medmenniskjum okkara. Hjálpsemi mótvegis øðrum sameinir fólk kring heimin og skapar ringar í vatninum. Tað finst óendalig styrki í hjálpsemi móti øðrum. Tað sambindur okkum sum menniskju og setur spor. Vælvild og hjálpsemi eru kærleiki. Góðgerðin í heiminum móti medmenniskjum í neyð broytir nútíðina og skapar eina vón fyri framtíðina.
Heiðurin av fyrstu kúluni
Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis altíð ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kúluna.
Í ár var tað Margretha Næss, sum fekk heiðurin fyri at vera ein virðilig fyrimynd við at móttaka fyrstu Kærleikskúluna. Hon fekk heiðurin fyri stóra arbeiði, hon hevur gjørt upp ígjøgnum árini, við ljóðbókum. Margretha var stigtakari til virksemið í Ljóðbandatænastuni, og arbeiði hennara hevur stóran týdning fyri blind, orðblind og lesiveik. Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á.