2017

Kærleikskúlan 2017 – hjá Guðrið Poulsen

Tað er listakvinnan, Guðrið Poulsen, sum hevur sniðgivið kærleikskúluna 2017. Guðrið Poulsen er keramikari, fødd 1961 og úr Havn. Hon hevur í tríati ár haft verkstað á  horninum Varðagøtu 1. Hon er útbúgvin í Finlandi og í Íslandi. Guðrið hevur sýnt fram síni keramisku verk í øllum Norðurlondum og í U.S.A. Í 2003 og aftur í 2013 hevði hon einkarsýning á Listasavni Føroya.  Guðrið hevur gjørt fleiri uttandura listaverk. M.a. Himmalspegilin til Tórshavnar Kommunu, Atlantis til Norðurlandahúsið í Føroyum og Ved Verdens ende (Ultima Thule) í Odense. 

Kærleikskúlan hevur smáar dynamiskar glasstrukturar inni í kúluni, sum eru smeltaðar saman, sum týðuliga vísa á listarligu eyðkennini hjá Guðrið Poulsen. Hetta er nýggjanda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Guðrið sigur sjálv soleiðis um Kærleikskúluna 2017 í yrkingini, sum fylgir við kúluni:

 

Skapanarverkið.  Stóri kosmiski alheimur.

Kærleikskúlan er kúludánað og rund eins og gongustjørnurnar.  Í kúluni eru glasstrukturar, ið ímynda, at hvør ørlítil lutur í skapanarverkinum er tongdur saman í viðbreknar, sjónligar og ósjónligar konstruktiónir.  Konstruktiónir, sum eru dynamiskar, ævigt broytiligar og endurnýggjandi. 

Sterkar og tó viðbreknar. Eins og glas.

Kærleikskúlan ímyndar kærleikan til skapanarverkið.

Uttan kærleika er einki til.

 

Heiðurin av fyrstu kúluni

Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis altíð ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kúluna.

Í ár var tað fyrstu ferð at almenningurin kundi senda inn uppskot til hvør skuldi fáa heiðurin fyri at vera ein virðilig fyrimynd við at móttaka fyrstu Kærleikskúluna. 25 uppskot komu inn. Stýrið fyri Dugna avgjørdi at Herbergið skuldi fáa heiðurin fyri stóra arbeiði, tey gera fyri tey heimleysu og tey sum ongan góðan eiga. Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á.